top of page

Fyrilestrar og skeið

Eg haldi ymsar fyrilestrar og tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við meg - um tit hava serliga ynski.

Vælumtóktir fyrilestrar eru: 

Skíggjaráð - byggir á skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum

Børn og ung á netinum: Hvussu fyrihalda vit okkum til harðskap, verða happað og groomaði  á netinum

Hví er tað trupult at avmarka skíggjanýtsluna hjá børnunum?

Skeið um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum við diagnosum m.a. ADHD

24. februar 2025 verður áhugavert skeið við granskaranum og sálarfrøðinginum Aidu Bikic um skíggjanýtslu hjá børnum/ungum við diagnosum eitt nú ADHD og Autismu.

Børn og ung brúka nógva tíð á skíggjum, og hjá børnum við diagnosum er skíggjatíðin ofta sera stór, millum 60 og 80 tímar um vikuna. Sambært serfrøðingum elva mongu tímarnir framman fyri skíggja til mistrivna. Fægstu fakpersónar vita, hvussu teir skulu handfara spurningin um skíggjatíð, serliga tí børn/ung ofta tykjast slappa av og gerast rólig við skíggjunum. Telduspøl og sosialir miðlar geva ADHD heilanum tað dopaminið, honum leingist eftir, men talan er um stutttíðar vælnøgd, ið kann elva til fleiri súmptom, bundinskap og negativar atferðarbroytingar.

Á skeiðnum fært tú amboð, so tú kanst hjálpa familjum og øðrum fakpersónum við at minka um skíggjatíðina og økja trivnaðin.

Harumframt fært tú vitan um:

hví skíggjanýtslan ofta tekur yvir hjá útsettum børnum ella børnum við diagnosunum ADHD og Autismu

• hvørt ov nógv skíggjatíð kann gera Autismu og ADHD súmptomini verri

• nær skíggjatíð ávirkar sálarligu heilsuna negativt

• hvat hendir, tá ið man minkar um skíggjatíðina hjá børnum við hesum diagnosum

• hvørt skíggin kann nýtast sum frírúm, ella hann ger súmptomini verri?

• hvussu man, sum fakpersónur spyr inn til skíggjatíð, og hvat vitanin kann brúkast til.

Hvør er Aida Bikic?

Aida er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eina ph.d um, hvussu telduvenjing ávirkar børn við ADHD. Aida granskar á Syddansk Universitet og í Barna- og ungdómspsykiatriini í Suðurjyllandi, og hon stendur á odda fyri fleiri kanningum, ið kanna, hvussu skíggjatíð ávirkar børn/ung kensluliga og kognitivt.

Hvar: Smæran

Hvat: Skeið, umframt døgurða og kaffi og okkurt søtt undir góman

Nær: 13 januar 2025 frá 9:00 til 16:00

Hvør: Skeiðið er serliga ætlað persónum, ið arbeiða við børnum/ungum við diagnosum, lærarum, námsfrøðingum, sálarfrøðingum, sosialráðgevum v.m. men onnur áhugað eitt nú foreldur kunnu eisini tekna seg

Hvussu: Tú teknar teg við at senda ein teldupost til grit@grit.fo ella ringja til Gitte Klein á 730730

Prísur: Prísurin er 2350 kr. (10% avsláttur, um fleiri enn fimm tekna seg)

bottom of page