top of page

Dátuverndarkunning

Eg, Gitte Klein, eri sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingur, ið veiti viðgerð og aðrar tænastur til privat viðskiftafólk, til sjúklingar, sum eru ávístir av lækna undir sáttmála við Heilsutrygd, almennar stovnar og barnaverndartænastur.

​

Í hesum sambandi viðgeri eg persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at veita sálarfrøðiligar tænastur. Persónsupplýsingar er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum persóni. Talan er um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, inntøka, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni.

Dømi um viðgerð av persónsupplýsingum er savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ei. 

​

Sum sálarfrøðingur havi eg ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum eg havi um hendi. Eg viðgeri upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt.

 

Orsøk til viðgerð av persónsupplýsingum

Eg viðgeri tínar persónsupplýsingar av hesum orsøkum:

  • At veita tær viðgerð 

  • At gera møguliga váttan ella ummæli til myndugleikar

  • At samskifta við heilsustarvsfólk

  • At avrokna viðgerð

  • Harumframt skal eg halda mínar skyldur samsvarandi galdandi lóggávu, herundir dátuverndarlógina, psykologlógina og aðra viðkomandi lóggávu á heilsuøkinum. Hetta inniber, at tað er neyðugt at viðgera persónsupplýsingar fyri m.a at loysa fylgjandi uppgávur:

    • Journalskyldu

    • Meginreglur og viðgerðarheimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

    • Innlitsumbønir og klagur

    • Hagtøl og vísindalig gransking

 

 

Lógargrundarlag

Eg viðgeri persónsupplýsingar sambært ásetingunum í Dátuverndarlógini og “Anordningsbekendtgørelse nr. 807 af 20. juni 2018 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.” (Psykolog-lógin), herundir “Bekendtgørelse nr. 791 af 17. juni 2017 for Færøerne om autoriserede psykologers pligt til at føre ordnede optegnelser” (journalføringsbekendtgørelsen).

Viðgerðarheimildin hjá mær til viðgerð av persónsupplýsingum er:

  • í mun til vanligar upplýsingar:

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 1 (samtykki)

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2 (halda avtalu)

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 3 (rættarlig skylda)

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 4 (verja altumráðandi áhugamál)

  • í mun til viðkvæmar upplýsingar:

  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 1 (nágreiniligt samtykki)

  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2 (lógarheimild)

  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 4 (verja altumráðandi áhugamál)

  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 8 (sjúkraviðgerð v.m.)

 

 

Innsavnan av upplýsingum

Til tess at veita tær viðgerð, er neyðugt, at tú gevur mær neyðugar persónsupplýsingar frívilliga. Hetta er ikki tín skylda, men uttan hesar upplýsingar ber ikki til at veita tær neyðugu viðgerðina. Í ávísum førum ber til at fáa upplýsingar frá øðrum pørtum, eitt nú almennum myndugleikum ella stovnum ella øðrum privatpersónum.

Persónsupplýsingar, ið verða viðgjørdir eru tengdir at tænastu ella viðgerð, ið veitt verður. Ofta er talan um hesar upplýsingar. 

Vanligar persónsupplýsingar: Navn, bústað, telefonnumar, teldupost, kyn, familjusambond, starv, útbúgving v.m.

Viðkvæmar persónsupplýsingar: heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

 

Tagnarskylda

Eg eri fevnd av tagnarskyldu, sbrt. § 152 og §§ 152 c-f í revsilógini.

Víðarilatan

Um so er, at tað er neyðugt, í samband við viðger, verða tínar persónsupplýsingar latnar fylgjandi móttakarum:starvsfólk innan heilsuverkið, og um tað er neyðugt, í samband við ítøkiliga viðgerðargongd, almennar mynduleikar og stovnar, t.d. Almannaverkið ísv. avrokning og annað, tryggingarfeløg – í samstarvi við teg. 

​

Varðveitsla

Eg goymi persónsupplýsingar um teg, so leingi tørvur er á tí. Hetta merkir, at upplýsingarnar verða goymdar, meðan tú ert í viðgerð. Sambært ‘journalføringsbekendtgørelsen § 6’  hava allir sálarfrøðingar skyldu at føra journal og goyma hesar í 5 ár eftir at viðgerðin endaði. Í ávísum førum, t.d. í samband við klagur ella líknandi, havi eg skyldu ella heimild at goyma upplýsingarnar í longri tíð.

 

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini kap. 4 hevur tú ávís rættindi í samband við viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur m.a. rætt til at rætta faktuellar skeivleikar ( hetta umfatar ikki fakligar metingar), striking, viðgerðaravmarking, mótmæli og dátuflutning. Hesi rættindi eru ikki treytaleys, hetta merkir, at tað skal gerast ein ítøkilig meting í hvørjum føri. Tú kanst lesa meiri um tíni rættindi í Dátuverndarlógini kap. 4.

​

Í teim førum at viðgerðin er grundað á samtykki, kanst tú altíð taka hetta samtykkið aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar, treytað av at grundarlag er fyri at strika tær. Ein afturkalling av samtykki fær virknað fyri framtíðar viðgerð, tvs. ikki fyri ta viðgerð, sum longu er framd.

Tú hevur, bæði sbrt. Dátuverndarlógini og Psykologlógini, ein ávísan rætt til innlit í tína journal.

​

Um tú ynskir at gera nøkur av tínum rættindum galdandi, kanst tú senda mær ein teldupost á: grit@grit.fo

​

Klaga

Til ber at klaga til Dátueftirlitið, um tú ikki ert nøgd/ur við viðgerðina av tínum persónsupplýsingum. Les meiri á www.dat.fo

bottom of page