top of page

Útbúgving og skeið

​​Útbúgving:

  • Cand. Psych. aut. (Århus Universitet)

  • Master of Positive Psychology (Århus Universitet)

  • Marknaðarføringsøkonom

  • Fólkaskúlalærari

  • Eri undir útbúgving í metakognitivari terapi Level 1 hjá Adrian Wells og Hans Nordahl

 

Skeið:

  • Theraplay

  • Havi góðkenning at gera MIM samspælskanningar

  • Metakognitiv terapi for børn og unge med angst

  • TAT i et nyt perspektiv

  • Valg af interventionsformer for børn og unge 

Útgávur:

  • Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung, 2020

  • Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki, sum eg havi skrivað sjálvonnur, kom út í 2018

EEC87169-205A-4271-AE42-1D7C3EA22C10.jpeg

Royndir

Starvsroyndir

  • Barnaverndartænastan í Suðuroy

  • Kristian Eli Andersen

  • Sernám

  • Vaksnapsykiatriin

  • Fólkaheilsuráðið

Eg bjóði samrøður við børn, ung og vaksin. 

Eg geri samspæls- og barnasálarfrøðiligar kanningar

Eg havi leiðsluroyndir, royndir frá ferðavinnuni, sum tulkur innan marknaðarføring og undirvísing.

 

Eg havi verið við til at savna altjóða gransking um skíggjanýtslu og verið við at gera nýggju skíggjaráðini hjá Fòlkaheilsuráðnum

Harumframt havi eg skipað fyri altjóða ráðstevnu í 2018: Communication, collaboration and relationships:

Constructive innovations

in public and private organizations

bókaforsíða.jpg

Skeið og fyrilestrar

Hvat fær menniskju at trívast og avrika optimalt - eisini undir trýsti? Hesin spurningur upptekur meg, og svari eg honum við støði í positivari sálarfrøði. Nógv vísundalig gransking liggur handan positiva sálarfrøði, og hetta er tín trygd fyri, at hon virkar.  

​​

Eg miðli nýggjastu vitanina innan sálarfrøði gjøgnum fyrilestrar, skeið, workshops, ráðstevnur og ráðleggingardagar. Serøkini eru eitt nú, skíggjanýtsla og hvussu hon ávirkar okkum menniskju, Grit, trivnaður, arbeiðsgleði, sálarligur treystleiki (robustheit, resilience), styrkigrundað menning, sálarheilsa, egintamarhald, strongd, motivatión og positiva leiðsla. Vit kunnu harumframt gera trivnaðarkanningar.

bottom of page