Babba síggj meg!!!

February 1, 2019

 

 

Seinastu árini hevur nógv kjak verið um stóru nýtsluna av talgildum miðlum hjá børnum og ungum. At tað er er týdningarmikið at varpa ljós á skermnýtsluna, er eingin loyna, tí ein ørgrynna av kanningum vísa, at skermnýtslan, serliga hjá yngri børnum, kann hava sera negativa ávírkan á m.a. kognitivu, motorisku, sosialu, málsligu og kensluligu menningina hjá barninum. Tá tað er sagt, mugu vit samstundis staðfesta, at skermnýtslan hjá børnum og ungum bara er helvtin av trupulleikanum. Hin helvtin av trupulleikanum er skermnýtslan ella telefonnýtslan hjá okkum foreldrum. Longu í 2013 kom forvitnislig bók út við heitinum: The Big Disconnect, har sálarfrøðingurin Catherine Steiner Adair lýsir vaksandi trupulleikan. Síðani eru fleiri aðrar komnar.

 

Kappingin, har barnið er taparin

Vit geva okkum ikki reiðiliga far um, hvussu nógv fartelefonirnar fylla, fyrr enn vit støðga á og líta okkum í kring. Á spæliplássum, umborð á ferjum, í busssteðgistøðum ella í læknaviðtaluni. Allastaðni eru foreldur saman við børnum, og allastaðni síggja vit, at ein stórur partur av foreldrunum hyggur í fartelefonina, meðan barnið spælir ella er upptikið av einum hvørjum. Hyggja vit nærri, síggja vit eisini, at børnini ofta royna at fáa samband við foreldrini, tey hála í tey og gerast harðmæltari, uttan at tað eyðnast teimum, at fáa foreldrini at hyggja upp úr telefonini. Tá børnini skulu kappast við skermarnar um uppmerksemið hjá foreldrunum, eru tey sum oftast við sviusoð.

 

Líkamikið hvussu stutta tíð, tú ert á skerminum, flytir tað uppmerksemið burtur frá barninum á ein hátt, so barnið, og alt annað, verður víst burtur. Skermurin hevur eina øgiliga atdráttarmegi, sum ger, at vit, áðrenn vit varnast, hava verið á skerminum í nógv longri tíð, enn upprunaliga ætlað. Kanska varnast vit ikki tíðina, fyrr enn barnið fer at gráta. Yngri barnið er, verri er tað, tá foreldrini ikki veruliga eru til staðar. Barnið er prísgivið og megnar einki uttan hjálp frá foreldrunum.

 

Atferðin ávirkar barnið

Vit mugu ikki fyrigykla okkum, at tílík atferð ikki ávirkar barnið. Sjálvandi ger hon tað. Eitt er, at henda atferðin gevur børnunum boð um, at tað, sum hendir í skerminum, er áhugaverdari og týdningarmiklari enn barnið sjálvt. Tá vit hyggja í telefonina, samstundis sum vit samskifta við barnið, verður barnið møtt av einum flatum, kensluleysum úttrykki. Gransking vísir, at børn, sum verða møtt av tílíkum útrykkum, gerast sera ólukkulig, og henda atferðin er tann sama atferðin, sum umsorganarpersónar við tunglyndi hava.

 

Um tú vendir andlitinum burtur, og uppmerksemið er vent móti telefonini, samstundis sum tú tosar við barnið, minkar tú harumframt um møguleikarnar hjá barninum at læra, tí tú ikki varnast tað, sum barnið ger, og sostatt kanst tú ikki stuðla barninum at gera sær nýggjar royndir. Hesar nýggju royndirnar læra barnið um heimin, tað er partur av, og eru sostatt sera týdningarmiklar fyri menningina hjá barninum.

 

Venja seg við, at foreldur ikki eru til staðar

Í 2014 varð kanning almannakunngjørd, har man hevði eygleitt familjur, sum ótu døgurða og nátturða í 15 fastfood matstovum nærhendis Boston. Av teim 55 eygleiddu familjunum, nýttu 40 familjur oftast mamman, pápin ella bæði fartelefon, meðan tey ótu. Tey nýttu telefonina at svipa og skriva á og sostatt ikki at tosa í telefon. Granskararnir vóru serstakliga bilsnir av, hvussu tætt knýtt foreldrini vóru at telefonunum. Í 16 familjum brúktu tey vaksnu at kalla alla tíðina á telefonunum, meða tey ótu. Sostatt nýttu tey ikki tíðina at samskifta við børnini. Ongin munur var á nýtsluni hjá mammum og pápum, eins og munur heldur ikki var á aldursbólkum. Atferðin hjá foreldrunum elvdi til mótstøðu frá børnunum, sum so við og við gjørdust harðmæltari og broyttu atferð. Hetta elvdi aftur til, at foreldrini fóru at skelda og revsa børnini, og støðan eksaleraði ofta. Alt hetta fór fram, uttan at foreldrini hugdu upp úr telefoni. Nøkur børn vístu líkasælu í mun til atferðina hjá foreldrum, og her verður so spurningurin reistur, um henda líkasælan er úrslit av, at atferðin hjá foreldrunum hevur staðið við í longri tíð. Tvs. at børnini onkursvegna venja seg við, at foreldrini ikki eru til staðar.

 

Verða ikki stuðlað í nýggjum royndum

Í USA hevur man eina skrá, sum kallast Head Start Programme, sum hevur til endamáls at stuðla børnum, sum koma úr truplum heimligum korum, soleiðis at tey kunnu fáa eina góða framtíð. Við støði í hesi skrá hevur man gjørt videoupptøkur av 225 mammum, sum eta døgurða saman við sínum seks ára gamla barni undir róligum, skipaðum umstøðum. Endamálið við upptøkunum var at kanna sambandið millum móðir og barn. Kanningarnar vístu, at mammurnar ofta hugdu í telefonina, og tí setti man sær fyri at gera fleiri kanningar av, hvønn týdning henda atferðin hevði fyri menningina hjá barninum.

 

Kanningin fór í stuttum fram á tann hátt, at mammur og børn fingu fýra máltíðir, í tilvildarligari raðfylgju. Máltíðirnar stóðu av ávikavist kendum og ókendum rættum, sum vóru ymiskir í mun til søtleika og kendleika. Sostatt kundu tey fáa grønar ertrar (kendur rættur) og artiskokk (ókendur rættur) ís (kendur, søtur rættur) og Halva (ókendur, søtur rættur). Tey fingu nú at vita, at tey kundu royna rættirnar ella lata vera, eins og tey vórðu spurd, um tey kendu rættirnar ella ikki. Tey fingu boð um at boða frá, hvussu teimum dámdu rættirnar, um tey valdu at royna teir. Tey fingu síðani frið at eta eina løtu, og tey vistu, at upptøka varð gjørd av teimum, meðan tey ótu. Tosað varð ikki um talgildar miðlar yvirhøvur.

 

Kanningin vísti, at 66,7 %  av mammunum ikki nýttu telefonina, meðan tey ótu. 10,2%  hugdu bert stutt í telefonina, meða 23,1 brúktu telefonina í longri tíð í minsta lagi einaferð. Tá man greinaði úrslitini, varð funnið fram til, at negativt samband var millum telefonnýtsluna hjá mammuni, og hvussu ofta hon royndi at eggja barninum at royna at eta, serliga í mun til eggjan at eta ókendu rættirnar. Tvs. nýtti mamman telefonina, meðan tey ótu, eggjaði hon ikki barninum at eta rættirnar í sama mun sum tær mammurnar, sum ikki nýttu telefonina. Kanningin bendir sostatt á, at telefonnýtslan ávirkar móðurliga engagementið, og hon hevði negativa ávirkan á talið av interaktiónum og eggjan hjá mammunum.

 

Í barndóminum er tað av stórum týdningi, at barnið lærir nýtt og fær nýggjar royndir. Hetta merkir, at foreldur mugu stuðla barninum at gera sær nýggjar royndir, tí tað er gjøgnum nýggju royndirnar, at barnið kunnar seg um og lærir um heimin, tað er vorðið partur av. Hetta er óansæð, um talan er um at royna nýggjan mat, nýggjar sosialar relatiónir, nýggjar leikur o.s.fr. Eftirsum telefonnýtslan hjá mammuni hevði serstakliga negativa ávirkan á nýggju læruroyndirnar (ókendu rættirnar) hjá barninum, hevur telefonnýtslan hjá foreldrum stórar negativar avleiðingar á menningina hjá barninum.

 

Foreldur uppliva barnið sum truplari

Granskarar hava eisini funnið fram til, at samband er millum telefonnýtslu hjá foreldrum, meðan man etur, og hvussu foreldrini fata barnið hjá sær. Tey foreldur, sum nýta telefonina, meðan tey eta døgurða saman, hava lyndið til at hava eina negativari fatan av barni sínum, tvs. tey uppliva barnið sum truplari, enn tey foreldur, sum ikki nýta telefonina, meðan tey eta. Harumframt vísa kanningar, at foreldur, sum nýta telefonina, tá tey eru saman við barninum, oftari venda sær til telefonina, tá tey hava ósemjur við barnið. Hetta merkir aftur, at barnið roynir harðari at fáa uppmerksemið hjá foreldrunum, og soleiðis koma vit í eina negativa ringrás.

 

Foreldur eru fyrimyndir

Merkir hetta so, at foreldur skulu vera tøk hjá børnum 24/7? Sjálvandi merkir tað ikki, at vit skulu vera tøk hjá barninum alla tíðina, men tað merkir, at tá barninum tørvar okkum, skulu vit vera til staðar ikki bara kropsliga, men eisini sálarliga og laga okkum til tørvin hjá barninum. Vit skulu venda okkara uppmerksemi móti barninum, so vit vísa tí, at tað hevur týdning. Barninum tørvar, at vit veruliga eru til staðar, og tað eru vit ikki, tá vit venda okkum frá barninum og hyggja í skermin.

 

Njótið løturnar við barninum og latið telefonina liggja í taskuni, uttan at notifikatiónirnar eru tendraðar. Ikki bara tá vit eta, men tá børnini eru rundan um okkum. Boðini á telefonini eru eisini har, tá børnini eru farin út at spæla ella farin í song. Kanningar vísa nevniliga eisini, at foreldur eru stóru fyrimyndirnar hjá børnum, fyrimyndirnar, sum børnini spegla sær í. Og tá fyrimyndirnar ferð eftir ferð vísa barninum, at skermurin er áhugaverdari enn samveran við barnið, lærir barnið, at skermurin er týdningarmest í verðini, og tí vendir barnið sær sjálvandi eisini móti skerminum, og tá verður tað eins trupult hjá okkum foreldrum at fáa samband við barnið, sum barnið hevði við at fáa samband við okkum...

 

Keldur

 

Adair, C.S. (2013). The Big Disconnect. Protecting Childhood and Family Relationships in the Digital Age. Harper

Radesky, J.S., Kistin, C.J., Zuckerman, B., Nitzberg, K., Gross, J., Kaplan-Sanoff, M., Augustyn M. og Silverstein, M. (2014) Patterns of Mobile device use by caregivers and children during meals in fast food restaurants. Pediatics 2014; 133: e843-e849

Radesky, J.S., Leung, C., Appugliesem D., Miller, A.L., Lumeng, J.C., Rosenblum, K. L. (2018) Maternal mental representations of the child and mobile phone use during parent-child mealtimes.

Spitzer, M. (2018). Die Smarthphone Epedemie. Gefahren fur Gesundheit, Bildung und Gesellschaft. Klett-Cotta

 

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload

© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon