© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon

Flokkur úr Suðuroy arbeitt við positivari sálarfrøði

May 1, 2018

Herfyri var Mariann Mikkjalsdóttir, lærari í Tvøroyrar skúla, á skeiði hjá okkum um positiva sálarfrøði. Ein táttur í skeiðnum eru styrkirnar, hjá okkum menniskjum. Martin Seligman og Christopher Peterson samstarvaðu við 55 granskarum um at finna fram til styrkirnar hjá okkum ella tað, sum er gott við menniskjunum. Heldur enn at fokusera á tað, sum er galið, valdu teir at gera ein styrkimanual. Við  langtíðar gransking funnu teir fram til, at menniskjan hevur 24 styrkir, sum eru støðugar yvir tíð, stað og mentanir. Øll menniskju hava allar styrkirnar, men tað er ymiskt hvussu raðfylgjan er á styrkjunum.

 

Tá vit menniskju arbeiða í tráð við okkara styrkir, og tá vit fáa eitt styrkimál, so økist okkara trivnaður og tilvit um okkum sjálvi. Tá ið sjóneykan verður sett á styrkir, eru tað ikki bert fakligar styrkir, men eisini hvussu vit fata okkum sjálvi. Henda fatan er sett saman av fysiskum, sálarligum og sosialum eginleikum. Sjálvsvirði er kenslan og upplivingin av, at tú kennir teg virðismettan sum tann, tú ert, og at tú hevur rætt at vera, sum tú ert. Sjálvsfatanin speglar sjálvsvirðið hjá persóninum, og sjálvsfatanin kemur fram í sjálvsvirðinum hjá persóninum. Sjálvsvirði og sjálvsfatan eru dialektisk. 

 

Tá vit tosa um okkara styrkir so verða vit glað og upplyft. Lurtið bert eftir hesum innslagnum í Barnaútvarpinum, har flokkurin hjá Mariann Mikkjalsdóttir, greiðir frá teirra arbeiði. Serliga hugaligt er at hoyra, næmingar siga, at tey hava fingið nógv burtur úr, og at allir skúlar burdu arbeitt við styrkjum. http://kvf.fo/vit/utvarp/2018/04/30/positiv-slarfri

 

Ynskir tú eisini at arbeiða við styrkjum á tínum arbeiðsplássi? so bjóða vit skeið bæði til vaksin, skúlabørn og børn á stovni. Styrkirnar eru tær somu, men framferðin er ymisk. Setið tykkum í samband við okkum á 730 730  ella sendið ein teldupost til: grit@grit.fo

 

 

 

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload