So kom bókin: Mennandi sálarfrøði- sálarheilsa og trivnaður í verki, út

February 4, 2018

 

Nám hevur givið út slóðbrótandi bókina "Mennandi sálarfrøði", ið Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen hava skrivað. Í hesum sambandi skipaði Nám fyri tiltaki í Miðlahúsinum, tá bókin kom út 2. februar 2018.
 
Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen hava skrivað bókina, sum er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum.
Bókin byggir á ástøði í positivari sálarfrøði, menningarsálarfrøði og neurosálarfrøði. Hon gevur boð upp á, hvussu til ber at arbeiða øðrvísi við sálarheilsu og trivnaði í verki og harvið betra trivnað og sjálvsvirði hjá børnum og ungum – geva teimum betri sálarheilsu.
 
 

Bókin er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri trivnaði hjá børnum og ungum, foreldrum, námsfrøðingum, lærarum og øllum øðrum, sum eru um børn í tí dagliga.

Bókin varð løgd fram í Miðlahúsinum 2. februar har høvundarnir greiddu frá innihaldinum og landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Rigmor Dam søgdu nøkur orð.

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload

© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon