Tveir sera vælnøgdir fyriskiparar

January 20, 2018

Summarið 2016 hittust Gitte Klein og Gro Emmertsen Lund í Estlandi í samband við Creativity Forum fyri Nordic Council of Minister´s Office Estonia, har báðar hildu fyrilestur. Tað gjørdist eitt sera gevandi møti. Í dag hava Gro og Gitte nenviliga skipað fyri eini risa hending, nevniliga eini altjóða ráðstevnu í Tórshavn við heitinum: Samskifti, samstarv og sambond: Innovativar yrkisroyndir í tí privata og almenna. Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum 19. og 20. apríl 2018.

 

Felags skeið gjørdist ráðstevna

“Vit funnu skjótt fram til, at vit høvdu sera nógv til felags, og at vit kundu hugsað okkum at gjørt okkurt saman. Hugskotið til ráðstevnuna byrjaði við einum tanka um, at tað kundi verið stuttligt at gjørt eitt skeið saman við Gro í Føroyum. Men áðrenn vit vistu av, tók verkætlanin skap og gjørdist ein ráðstevna við 10 heimskendum fyrilestrarhaldarum. Tað, sum byrjaði í smáum, gjørdist soleiðis ein ráðstevna, sum fevnir um tveir dagar við fyrilestrarhaldarum úr USA, Kanada og Danmark”, greiðir Gitte Klein frá.

 

Hatta klára vit nokk!

“Vit eru báðar eitt sindur líka sum Pippi Smokkuleggur; Um tað er nakað, vit ikki hava roynt fyrr, so klára vit tað nokk! Og hesin hugburður hevur verið gull verdur í samband við verkætlanina, tí tað hava verið so nógv ymisk ting, at taka støðu til, siga tær báðar.

Gro er Taos Associate og hevur gjøgnum sítt altjóða netverk fingið teir skarpastu tonkjararnar innan sosialkonstruktionistiska økið - bæði tá tað snýr seg um ástøðiliga og verkliga partin, at koma til Føroyar. Gitte hevur stórt netverk í Føroyum, og kann trekkja upp á sínar royndir sum varaskúlastjóri, lærari, ferðaleiðari, innan marknaðarføring og nú eisini sum ráðgevi. Tí er tað eydnast teimum at stápla eina heimsnýggjheit upp á beinini – við stuðli frá Lærarafelagnum, Glasir, Sernám, Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðnum, Landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam og Landsstýrismanninum í Vinnumálum, Poul Michelsen umframt borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, Anniku Olsen. Og so sjálvandi øllum teimum sum hava teknað seg til ráðstevnuna.

 

So nógv sum møguligt skulu sleppa at hoyra heimskendu persónarnar

“Vit hava valt at býta ráðstevnuna upp í fýra súlur: leiðslusúlan, námsfrøðiliga súlan, sosiala súlan og heilsu-og sálarfrøðiliga súlan. Ráðstevnan vendir sær sostatt til øll, sum arbeiða innanfyri tær fýra súlurnar. Tað eru tríggjar verkstovur til hvørja súlu, men tað stendur sjálvandi luttakarunum frítt at velja millum allar verkstovurnar, sigur Gro Emmertsen Lund, og Gitte Klein leggur afturat: “Vit valdu at hava fýra súlur til tess, at so nógvir ymiskir málbólkar sum møgulig kunnu fáa høvi at hoyra hesar viðurkendu fyrilestrarhaldararnar, sum koma allan vegin til Føroyar”.

 

Og alt bendir á, at hetta hevur verið væl hugsað, tí nú fleiri mánaðar áðrenn ráðstevnuna, eru sera nógvar tilmeldingar komnar. Føroyingar plaga ikki at vera so skjótir upp á tað, men vit halda, at tey flestu vænta, at tað verður útselt, og tí vilja tey tryggja sær eitt pláss. Vit vónaðu og væntaðu, at undirtøkan fór at vera stór, men at tað fór at ganga so skjótt, høvdu vit ikki torað at vóna, siga tær báðar.

 

Heimskendir persónar vitja Føroyar á fyrsta sinni

Hinvegin er tað ikki hvør sum helst, ið kemur til Føroyar. Kenneth Gergen er ein kanón innan sálafrøðiliga økið og verður skýrdur at vera størsti núlivandi tonkjarin í sálarfrøðini. Hetta er ikki hissini heitið, sigur Gro. Og soleiðis kundi ein hildið áfram um allar persónarnar, sum vera á ráðstevnuni: John Winslade, Lorraine Hedtke, Tom Strong, Gitte Haslebo, Jacob Moesgaard, Maja Loua Haslebo og so sjálvandi tú, sigur Gitte og smílist. Hon heldur áfram: “Øll hava tey útgivið eina ørgrynnu av bókum og greinum. Danska forlagið Mindspace, sum hevur útgivið og týtt fleiri av bókunum hjá fyrilestrarhaldarunum til danskt hevur ein bás á ráðstevnuni, og her kunnu luttakararnir fáa innlit í, hvat er komið út innan fyri hetta økið, eins og tey selja bøkur við avsláttri”. “Forlagið Nám selur eisini tína nýggju bók Mennandi sálarfrøði – sálarheilsa og trivnaður, sum tú hevur skrivað sjálvonnur. So vit kunnu ikki siga annað enn, at hetta verður stórt, leggur Gro afturat.

Rigmor Dam, Landsstýriskvinna og Poul Michelsen, Landsstýrismaður seta ráðstevnudagarnar. Tann 19. apríl um kvøldið verður ein døgurði, har luttakararnir kunnu hitta fyrilestrarhaldararnar undir óformligum umstøðum. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu sigur nøkur orð.

 

Virknar kvinnur

Um teir báðar ráðgevarnar kunnu vit siga, at tær báðar eru útbúnir lærarar og hava eina fortíð í skúlaverðini. Gro er í dag sjálvstøðugur organisatiónsráðgevi, eftir at hon hevur starvast í seks ár sum ráðgevi hjá Haslebo og Partnere. Hon er ph.d. frá Twente University, rithøvundur og seriuritstjóri hjá Dansk Psykologisk Forlag. Hon hevur m.a. arbeitt við organisatiónsmenning, leiðsluútbúgving, skúlabroyting í Ontario, arbeiðsumhvørvi og eftirmeting – alt við støði í sosialkonstruktionismu. Gitte valdi at byrja sum sjálvstøðugur ráðgevi á vári í 2017 eftir at hava starvast í skúlaverkinum í nógv ár – fyrst sum lærari og síðani sum varaskúlastjóri. Gitte hevur eina Master í Positivari sálarfrøði og lesur Cand. Psyk við Lærda háskúlan í Århus. Gitte skrivar harumframt greinir fyri Skúlablaðið, Kvinnu og hevur sjálvonnur skrivað bókina Mennandi sálarfrøði – sálarheilsa og trivnaður í verki, sum Nám gevur út 2. februar 2018. Gitte skrivar í løtuni eina bók um málmenning hjá børnum undir skúlaaldur, sum væntandi kemur út seinni í ár. Talan er sostatt um tvær virknar kvinnur, sum nú seta Føroyar á heimskortið.

 

Tilmeldingar úr fleiri londum

«Vit eru so sera glaðar um, at so nógv fólk koma úr øðrum londum eisini. Vit vóna, at Føroyar leggur spor eftir seg í hjørtunum á teim útlendsku gestunum, sum vitja ráðstevnuna. Higartil hava vit fingið tilmeldingar úr Noregi, Svøríki, Danmark, Skotlandi, Sveits og enntá úr Nepal», leggja tær glaðar afturat.

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload

© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon