Liv meiri - hugsa minni

December 17, 2017

Sera spennandi skeið um metakognitiva viðgerð við sálarfrøðingunum Pia Callesen og Kristian Eli Anderesen 

 

Spennandi skeið við sálarfrøðingunum og serfrøðingunum í Metakognitivari viðgerð: Pia Callesen og Kristian Eli Andersen, verður 17. mai 2018.

 

Metakognitiva tilgongdin er eitt heilt nýtt paradigme í sálarfrøðini, sum snýr seg um tær mekanismur, ið stýra okkara hugsan, og sum er orsøk til sjúkueyðkenni eitt nú ótta, tunglyndi, OCD og PTSD.

Pia Callesen og Kristian Eli Andersen eru bæði MCT-certificeraði (stig 1+2) Bæði eru útbúgvin hjá professor Adrian Wells frá Manchester University. Adrian Welsh er upprunamaður til metakognitiva viðgerð. Pia Callesen er harumframt Phd.


Á skeiðnum lýsa tey bæði nýggja háttin, sum sera nógv siga, gevur ró, yvirskot, vælveru og sjálvsvirði.
Tú fært vitan um og amboð til, hvussu tú sjálv/ur kanst stýra ótta, tankameldur, strong, hugtyngd og órógv.


Tað snýr seg ikki um at gera negativu tankarnar meiri positivar, men læra at handfara tankarnar minni.
Skeiðið vendir sær til øll, sum arbeiða við menniskjum, sálarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar og so framvegis.

 

 


Pia Callesen hevur skrivað bókina Lev mere- tænk mindre
Tú teknar teg til skeiðið við at senda teldupost til grit@grit.fo
Prísur: Kr: 1650,- umframt mvg. Kunning um, hvar skeiðið verður kemur seinni

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload

© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon