© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon

Ókeypis fyrilestur um útbúgvingina í professionellum relatiónsførleika

December 14, 2017

Tekna teg til ókeypis kunnandi fyrilestur um ICDP. Professionellan relatiónsførleika við sálarfrøðinginum, Anne Linder.

 

24. januar 2018 verður ókeypis fyrilestur um útbúgvingina í professionellum relatiónsførleika (ICDP) í skúlanum á Argjahamri. Fyrilesturin byrjar klokkan 16 og endar klokkan 18. Fyrilesturin vendir sær til øll, sum starvast við menniskjum: námsfrøðingar, lærarar, heilsusystrar, sjúkrarøktarfrøðingar, leiðarar, sosialráðgevar og so framvegis.

 

Vit høvdu ikki funnið okkum í, at vit fóru til lækna og tann sum viðgjørdi okkum var ein nýklakt pisa, sum júst hevði fingið studentsprógv, ella at vit settu okkum í samband við advokatin og hittu 18 ára gomlu dóttrina hjá grannanum, sum var vikar fyri advokatin, sum var heima við influensu. 

 

Dømini vísa, at í nøkrum størvum er tað óhugsandi, at onnur enn tey yrkislærdu loysa arbeiðsuppgávurnar. Hetta sama ger seg ikki galdandi í námsfrøðiliga sektorinum. Fleiri nýklaktar pisur hava tjent sínar fyrstu krónur í barnagørðum og sum vikarur í skúlum. 

 

Hetta bendir á, at vit sum samfelag hava viðurkent, at námsfrøðiligu uppgávurnar ikki neyðturviliga skulu loysast av fakfólki, sum hava eina servitan á økinum. Tað týdningarmiklasta er, at viðkomandi dámar børn. Tíbetur eru tað eisini kommunur og stovnar sum í dag velja at arbeiða miðvíst við at menna námsfrøðiliga DNA-ið.

 

Ein háttur er at útbúgva fólkini, sum skulu loysa hesar uppgávur, og skúla tey við neyðugu professionellu relatiónsførleikunum. 

 

 

 

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload