Ókeypis fyrilestur um yrkisligan relatiónsførleika við Anne Linder

November 20, 2017

Vit høvdu ikki funnið okkum í, at vit fóru til lækna og tann sum viðgjørdi okkum var ein nýklakt pisa, sum júst hevði fingið studentsprógv, ella at vit settu okkum í samband við advokatin og hittu 18 ára gomlu dóttrina hjá grannanum, sum var vikar fyri advokatin, sum var heima við influensu. 

 

Dømini vísa, at í nøkrum størvum er tað óhugsandi, at onnur enn tey yrkislærdu loysa arbeiðsuppgávurnar. Hetta sama ger seg ikki galdandi í námsfrøðiliga sektorinum. Fleiri nýklaktar pisur hava tjent sínar fyrstu krónur í barnagørðum og sum vikarur í skúlum. 

 

Hetta bendir á, at vit sum samfelag hava viðurkent, at námsfrøðiligu uppgávurnar ikki neyðturviliga skulu loysast av fakfólki, sum hava eina servitan á økinum. Tað týdningarmiklasta er, at viðkomandi dámar børn. Tíbetur eru tað eisini kommunur og stovnar sum í dag velja at arbeiða miðvíst við at menna námsfrøðiliga DNA-ið.

 

Ein háttur er at útbúgva fólkini, sum skulu loysa hesar uppgávur, og skúla tey við neyðugu professionellu relatiónsførleikunum. 

 

20 novembur 2017 hevur Anne Linder ókeypis fyrilestur um yrkisligan (professionellan) relatiónsførleika í Býráðshøllini í Klaksvík frá klokkan 19-21:30.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tilmelda seg á grit@grit.fo

 

 

 

Share on Facebook
Share on Twitter
Please reload

Recent Posts
Please reload

© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon