Námsfrøðilig og sálarfrøðilig ráðgeving
Vit arbeiða við støði í positivari sálarfrøði, sum leggur dent á, at fáa menniskju at trívast og avrika optimalt. Vit arbeiða tí styrkigrundað. Okkara hugburður er: Tað er einki galið við barninum, sum styrkirnar hjá barninum ikki kunnu "lekja"
Dømi um skeið, fyrilestrar og ráðgeving
-
Styrkigrundað námsfrøði
-
Sálarlig robustheit
-
Yrkisligur relatiónsførleiki
-
Egintamarhald
-
Uppmerksemi
-
Motivatión
-
Heilin og læring
-
Tá barnið ikki vil í skúla
-
Talgildir miðlar og menning barnsins
-
Málmenning
Vit ráðgeva foreldrum, børnum, námsfrøðingum og lærarum
Organisatiónsráðgeving
Allar fyritøkur og stovnar hava onkuntíð tørv á ráðgeving.
Tað kann vera, at tykkum tørvar eitt kveikjandi upplegg, innanhýsis skeiðsdagar, evnisdagar, workshops ella sparring til leiðarar, leiðslubólkar ella samstarvstoymi.
Arbeitt verður við støði í positivari sálarfrøði og sosialkonstruktionismu serliga Appreciative Inquiry.
Dømi um skeið, fyrilestrar og ráðgeving
-
Positivt arbeiðsumhvørvi
-
Motivatión
-
Fá styrkirnar í spæl og avrika betri
-
Trivnaður
-
Mental robustheit
-
Strongd
-
Kjarnuuppgávan
-
Legitim leiðsla
Øll okkara skeið og fyrilestrar geva innlit í nýggjastu granskingina um, hvussu man fær eitt (arbeiðs) lív merkt av trivnað, sálarligari robustheit, áhuga, góðum relatiónum, meining og góðum avrikum.
Tit fáa harumframt konkret amboð at nýta í gerandisdegnum.
Saman við tykkum finna vit røttu loysnina
Mental venjing til ítróttarfólk og lið
Hvussu kann man byggja upp mentalu styrkina hjá ítróttarfólkinum - einstaklingi ella liði, soleiðis at ítróttarfólkið/liðið avrikar optimalt undir trýsti?
Vit arbeiða við støði í ítróttarsálarfrøði, positivari sálarfrøði og Appreciative Inquiry.
Dømi um skeið, fyrilestrar og ráðgeving
-
Optimalar venjingarumstøður
-
Mentanin í ítóttarfelagnum
-
Avrika undir trýsti
-
Styrkir
-
Motivatión
-
Flow - Optimala læringsstøðan
Alt eftir tykkara tørvi verður arbeitt saman við einstaka ítróttarfólkinum, liðnum og/ella venjaranum. Vit ráðgeva somuleiðis, um tit skulu undir at skapa eina nýggja mentan, í felagnum.