Kanning um skíggjavanar í føroyskum familjum
Við at luttaka í kanningini, ert tú við til at menna sera týdningarmikla vitan um skíggjavanar í føroyskum familjum. Minst til at kanningin er anonym, tvs., at vit vita ikki, hvør hevur luttikið og svarað. 

Góði luttakari:

 

Í samband við at eg lesi Kandidat í sálarfrøði (Cand. Psych.) við Århus Universitet, skrivi eg serritgerð um skíggjavanar í føroyskum familjum. Heitið á serritgerðini er: Skíggjavanar í føroyskum familjum: Hvussu skíggjar ávirka sambandið millum barn og foreldur. 

 

Kanningin roynir at lýsa tað fløkta sambandið millum skíggjanýtslu og samveruna millum børn og foreldur, og hvønn leiklut strongd í gerandisdegnum hevur í skíggjanýtsluni hjá familjum. Harumframt verður miðað eftir at fáa greiðu á, um skíggjanýtslan ávirkar bindingina millum barn og foreldur.

 

Fyri at luttaka í kanningini, er neyðugt at tú hevur í minsta lagi eitt barn undir skúlaaldur. Við at luttaka í kanningini verður tú biðin um at svara spurningum um m.a. skýggjavanar, aldur á barninum og foreldrastíl. Øll svar eru anonym, og eg veit ikki, hvør hevur luttikið í kanningini.

 

Tíverri fært tú einki afturfyri at luttaka, men eg fari at kunna um úrslitið av kanningini og vóni, at úrslitið gevur foreldrum, sum nýta skíggjar, og sum eru áhugað at vita, hvussu skíggjanýtslan ávirkar familjusambondini, týdningarmikla kunning. Kunningin kann vónandi eisini nýtast av námsfrøðingum og lærarum og øðrum, sum arbeiða við smábørnum og foreldrum teirra. 

 

Eg leggi alstóran dent á, at kanningin fer fram í trúnaði. Soleiðis svarar tú ongum spurningum, sum kunnu gera av, hvør tú ert. 

 

Tað tekur ikki meiri enn 25 minuttir at svara spurningunum, og tú ert vælkomin at senda leinkjuna til onnur, sum hava børn undir skúlaaldur. Um tú hevur spurningar, ella vilt hoyra meiri um evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á grit@grit.fo 

Túsund takk fyri hjálpina: Trýst á leinkjuna fyri at byrja kanningina
https://da.surveymonkey.com/r/3L3PH5D

© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon