© 2017 Grit, við Gitte Klein

Tel: 730 730

Teldupostur: grit@grit.fo

  • Grey Twitter Icon
Komandi tiltøk

Ókeypis fyrilestur um talgildar miðlar og menning barnsins

September 02, 2019

Ókeypis fyrilestur við heimskendum sálarfrøðingi og heilagranskara um talgildar miðlar og menning barnsins.

Í samband við at Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer kemur til Føroyar í septembur, kunnu vit nú, við stuðli m.a. frá Lív, Eysturskúlanum og Grit, bjóða øllum lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og øðrum áhugaðum at lurta eftir heimskenda granskaranum ókeypis. Manfred Spitzer er ein teirra, sum hevur granskað allarmest í, hvussu talgildir miðlar ávirka innlæringina og sosialu, kognitivu, kropsligu og sálarligu menningina hjá børnum og ungum, og hann ferðast kring allan heimin við sínari vitan og gransking.

Seinastu árini hevur stórur dentur verið lagdur á at talgilda skúlar og barnagarðar, eins og nýtslan hjá børnum og ungum er økt munandi seinastu árini. Men hvørjir fyrimunir og vansar eru við talgildingini, tá tað snýr seg um okkara børn? Og hvussu kunnu vit á besta hátt fyrireika børnini til eina talgilda framtíð? m.a. hesi evni viðger granskarin á fyrilestrinum, sum verður í Eysturskúlanum 3 septembur 2019 frá 16-18. Hóast fyrilesturin er ókeypis, er neyðugt at tekna seg til fyrilesturin við at senda ein teldupost til grit@grit.fo . Tað er avmarkað pláss.

Manfred Spitzer er víðagitin heilagranskari, men harumframt er hann lærari, sálarfrøðingur og psykiatari. Hann er leiðari á Psychiatriche Universitatsklinikk í Ulm, og hevur skrivað eina rúgvu av bókum um heilan, hvussu menniskjan lærir, hvussu tónleikar og ítróttur mennir heilan, og hvussu talgildir miðlar ávirka innlæring og uppmerksemið. Bøkur hansara um m.a Digitale Demenz, Cyberkrank, Lernen og The Smartphone Epedemy eru týddar til fleiri ymisk heimsmál. Hann hevur sína egnu sjónvarpssending á ARD Alpha, ið kallast Geist und Gehrin, har hann greiðir frá nýggjastu heilagranskingini um læring, tunglyndi, einsemi, uppmerksemi o.s.fr.

Fyrilestrarnir hjá Manfred Spitzer eru kendir fyri at vera granskingargrundaðir, skemtiligir og provokerandi. Fyrilesturin verður á enskum, og møguleiki verður eisini at seta honum spurningar aftaná

Sálarheilsa og trivnaður - skeið fyri skúlaflokkar í framhaldsdeild og á miðnámi

February 04, 2019

Alt fleiri børn og ung fáa strongd og aðrar sálarligar avbjóðingar, og í 2013 verður tunglyndi, sambært WHO, størsta globala sjúkubyrðan. Í dag telja sálarligar sjúkur longu 25% av samlaðu sjúkumyndini. Krabbamein telur til samanberingar einans 17%. Tó bendir nógv á, at til ber at arbeiða fyribyrgjandi við at leggja dent á trivnað.

 

Gera vit meiri av tí sama, fáa vit meiri av tí sama. Á skeiðnum fáa næmingar innlit í, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd. Í skúlum, har næmingar hava fingið undirvísing í, hvussu heilin virkar, og hvussu tey sjálvi kunnu ávirka sína framtíð, flyta næmingarnir seg sera nógv, bæði hvat viðvíkur tí sosiala og persónliga men eisini viðvíkjandi karakterum. Tey klára seg snøgt sagt nógv betur, eins og tey hava tað betur. Tey læra, at úrslitið teir fáa, er ikki tengt at teirra IQ men í nógv størri mun at teirra áhuga, ágrýtni og áhaldni at arbeiða fram móti langtíðar málum – við øðrum orðum at Grit. 

 

Endamál: Dentur verður lagdur á, at venjing, ágrýtni og hugsavning er lykilin til at læra. Kanningar vísa, at næmingar, sum læra um, hvussu heilin virkar, gera stór faklig og sosial framstig, tí teir fáa trúnna á, at teir sjálvir eru loysnin til at læra. Samtíðis fyribyrgir hetta, at næmingar fella frá.

 

Innihald: Luttakarar fáa innlit í, hvussu heilin virkar í eini læringargongd, tileggjan, Grit, lært hjálaparloysi, mennandi og læstan hugburð og sálarligan treystleika. Hetta eru faktorar, sum ávirka sálarheilsu, og hvussu næmingar fara undir sína skúlagongd.

 

Nógv geva skarvin yvir, tá tey møta mótstøðu, meðan onnur styrkjast av mótstøðuni. Hugtøkini omanfyri lýsa, hví so er. Treystleiki (resilience) er ikki nakað, ein hevur ella ikki hevur. Tað er ein sálarligur førleiki, sum kann venjast, og sum hjálpir okkum at handfara strongd, mótburð, avbjóðingar og at ansa eftir okkum sjálvum, eisini tá vit hava bestan hug at geva upp og fara úr skúlanum.

 

Grit lýsir í stuttum, hví nakrir næmingar klára seg betur enn aðrir í skúlanum og lívinum sum heild. Talan er ikki um IQ, men um evnini at seta egin áhugamál til viks og at kýta seg fyri at røkka einum langtíðar máli. Tað snýr seg um áhaldandi áhuga, ágrýtni og áhaldni. Henda hugsan broytir fatanina av, at tað er synd í mær, tí eg klári meg illa og vendir sjóneykuni móti, at næmingurin sjálvur hevur evnini at flyta seg. Øll hava evni at gerast betri.

 

Bjartskygni snýr seg um, hvussu ein tulkar tær støður, komið verður í. Verður tveytalið tulkað sum úrslit av, at eg ikki havi fyrireikað meg nóg væl og tí kann bøta uppá tað til næstu ferð, ella at tað er eitt úrslit av, at eg einki dugi og tí einki kann gera fyri at bøta um støðuna? Hátturin, nýttur verður, hevur ávirkan á lív okkara. 

 

Skeiðssnið: Framløgur og kjak. 

Undirvísari: Gitte Klein, Master of Positive Psychology, Stud. Cand. Psyk, Lærari og Marknaðarføringsøkonom. Gitte Klein hevur sjálvonnur skrivað bókina: Mennandi sálarfrøði: sálarheilsa og trivnaður í verki. Til ber at lesa meiri her: www.grit.fo

Tíð: februar 2019 (tit velja sjálvi dagar) frá 8:30 til 12:30

Tal: Max 26 næmingar í framhaldsdeild

Hevur hetta tykkara áhuga, kunnu tit senda ein mail til grit@grit.fo

 

 

 

Mítt barn vil ikki í skúla!!!

November 29, 2018

Alt fleiri børn trívast ikki í skúlanum. Nøkur børn fara í skúla, men einki kemur burturúr, onnur sova leingi um morgnarnar og fara als ikki í skúla. Kennir tú nakrar av omanfyri nevndu hesum útsøgnunum aftur? So er skeiðið júst nakað fyri teg.

Barnið vil ikki í skúla

Barnið vil ikki gera skúlating

Barnið fer ikki undir uppgávur

Barnið heldur seg einki duga

Barnið hevur ein ringan hugburð

Skúlin ringir heim um støðuna hjá barninum

Tú ánar ikki tíni livandi ráð

Á skeiðnum fært tú innlit í, hvørjar mekanismur kunnu liggja aftanfyri, eins og hvat skal til fyri at trívast. Arbeitt verður við hugburðinum til egin evni. Hvat eykennir ein mennandi og læstan hugburð og hvussu ávirkar hugburðurin skúlagongdina? Hvussu kanst tú sum foreldur stuðla undir einum mennandi hugburði".  Harumframt fært tú amboð at handfara trupulleikan. Arbeitt verður við støði í positivari sálarfrøði.

 

Skeiðshaldari:

Gitte Klein er ráðgevi, høvundur, fyrilestrar- og skeiðshaldari. Hon hevur ráðgevingar fyritøkuna Grit. www.grit.fo Hon hevur sjálvonnur skrivað bókina: Mennandi sálarfrøði – sálarheilsa og trivnaður í verki. Gitte Klein er útbúgvin lærari, Master í positivari sálarfrøði og stud. Cand psyk.

Prísur: 395,- við mvg.

Nær: 29 novembur frá klokkan 18-21:30

Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til: grit@grit.fo. Gevið gætur: avmarkað pláss

Staður: verður upplýstur seinni.

Til ber at bíleggja einstaklinga ráðgeving við at senda teldupost til: grit@grit.fo

 

Frá talentAVvikling til talentÚtvikling

February 19, 2019

Umhvørvið í ítróttarfelagnum er avgerandi fyri menningini hjá ítróttarfólkinum. Hvussu langt eitt ítróttarfólk kemur, er sostatt ikki bert tengt at førleikunum og livfrøðiliga og sálarfrøðiliga tilfeinginum men eisini at umhvørvinum í einstaka ítróttarfelagnum. Á skeiðnum verður komið inn á, hvørjar umstøður í umhvørvinum elva til, at talent verða útviklað ella avviklað, umframt hvussu man mennir eina góða mentan í felagnum

 

Skeiðið tekur støði í hesum spurningum:

• Hvat er mentan, og hvussu fært tú eygað á mentanina?
• Hvørjar grundleggjandi sannføringar fjala seg í eini mentan, ið fremur talentútvikling?
• Hvussu broytir tú grundleggjandi sannføringar?
• Hvat samskifti fremur motivatión, eldhuga og menning av einum góðum felagsskapi, har man stuðlar hvørjum øðrum í menningini?
• Hvussu ávirka søgurnar í einstaka felagnum teir leiklutir, einstøku persónarnir fáa og harvið, hvørjir møguleikar fyri læring og menning teir fáa?

Hvussu broytir tú mentanina, so hon leggur upp til læring og talentútvikling?

 

Um skeiðshaldaran

Gro Emmertsen Lund er sjálvstøðugur ráðgevi, granskari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og seriusritstjóri hjá Dansk Psykologisk Forlag. Hun er limur í NO!SE; Network of Independent Scholars in Education, og Associate og Faculty Advisor í The Taos Institute. Gro er útbúgvin lærari, Master í Evaluering frá Syddansk Universitet og er ph.d. fra Twente University. Gro arbeiðir við mentanarbroyting í fyritøkum og hevur hildið skeiðið fyri Dansk Idrætsforbund og Sportskonsulent Nicklas Pyrdol, DGI í Idrættens Hus, umframt Sydfynske Idrætsnetværk.
Gro er rithøvundur og seriurritstjóri á bókini Kulturudvikling i skolen – hvordan? Umframt hevur hon m.a. skrivað Socialkonstruktionisme i organisationer - kort fortalt.
Til ber at lesa meiri um Gro her: www.groemmertsenlund.dk


Málbólkur: Ítróttarfeløg, venjarar, ítróttarfólk og foreldur at ítróttarfólkum.

Dato: 19. og 20. feb. 2019

Prís: 2000,-

Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til grit@grit.fo 

 

Liv meiri hugsa minni

May 16, 2018

Sera spennandi skeið um metakognitiva viðgerð við sálarfrøðingunum Pia Callesen og Kristian Eli Anderesen 

 

Spennandi skeið við sálarfrøðingunum og serfrøðingunum í Metakognitivari viðgerð: Pia Callesen og Kristian Eli Andersen, verður 17. mai 2018.

 

Metakognitiva tilgongdin er eitt heilt nýtt paradigme í sálarfrøðini, sum snýr seg um tær mekanismur, ið stýra okkara hugsan, og sum er orsøk til sjúkueyðkenni eitt nú ótta, tunglyndi, OCD og PTSD.

Pia Callesen og Kristian Eli Andersen eru bæði MCT-certificeraði (stig 1+2) Bæði eru útbúgvin hjá professor Adrian Wells frá Manchester University. Adrian Welsh er upprunamaður til metakognitiva viðgerð. Pia Callesen er harumframt Phd.


Á skeiðnum lýsa tey bæði nýggja háttin, sum sera nógv siga, gevur ró, yvirskot, vælveru og sjálvsvirði.
Tú fært vitan um og amboð til, hvussu tú sjálv/ur kanst stýra ótta, tankameldur, strong, hugtyngd og órógv.


Tað snýr seg ikki um at gera negativu tankarnar meiri positivar, men læra at handfara tankarnar minni.
Skeiðið vendir sær til øll, sum arbeiða við menniskjum, sálarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar og so framvegis.


Pia Callesen hevur skrivað bókina Lev mere- tænk mindre
Tú teknar teg til skeiðið við at senda teldupost til grit@grit.fo
Prísur: Kr: 1650,- umframt mvg. Skeiðið verður í Smæruni í Havn, og tað er avmarkað pláss

Felagsforeldrafundur fyri allar dagstovnarnar í Klaksvíkar Kommunu

March 08, 2018

Sálarheilsa og trivnaður hjá barnagarðsbørnum við serligum denti at, hvussu vit tosa saman.

Miðhøllin í Skúlatrøð frá 19-21

Aðalfundur hjá fosturforeldrafelagnum

March 18, 2018

Hvat er mennandi sálarfrøði, og hvussu kunnu vit nýta Mennandi sálarfrøði í okkara arbeiði sum fosturforeldur.

Hotel Føroyar klokkan 14.

Øll kunnu tekna seg áðrenn 15 mars 18

Mennandi samstarv og trivnaður - GHM

February 17, 2018


Hvussu kann mennandi sálarfrøði nýtast at menna samstarvið í feløgum, sum "liva" av óløntum arbeiði

Hølini hjá GHM

Children and youth on edge: Collaborative innovations in education

November 16, 2017

​Skal hava workshop á ráðstevnu í Roskilde: Children and youth on the edge. Collaborative innovations in education.

Heitið á mínari workshop er:

Developing psychology in schools/ mennandi sálarfrøði í skúlum

A child that is thriving is resilient and is not on edge. Gitte Klein is co author on the book Developing psychology in Schools. In this book she presents her ideas about how teachers can enhance thriving in schools and this way childrens self efficacy, selfcontrol and resilience. By teaching the children how their brain works the children discover, that they can change their situation.

In this workshop Gitte will discuss the theory of thriving, PERMA, and her ideas about how we can work with these thriving factors in schools and at home. We will discuss how mindset, selfcontrol and Grit can affect the childs success in school and later in life. Are these factors for exempel important for the childs ability to change social patterns? Together we will find ways to teach the child about thriving.

Millum annað norski krúnprinsurin stuðlar ráðstevnuni. Meir kunning um ráðstevnuna er á: (http://ucsj.dk/det-sker/konferencer/conference-children-and-youth-on-the-edge/),

Bókaframløga í Norðurlandahúsinum

November 07, 2017

Í samband við at bókin, Mennandi sálarfrøði, sum eg havi skrivað saman við Ann-Britt F. Mortensen, kemur út, skipar Nám fyri bókaframløgu 7. og 8. novembur, 2017

Fyrilestur í Norðurlandahúsinum: Autisma og Leikarin

November 08, 2017

Áhoyrarar fáa innlit í, hvat autisma er, og teir fáa grundleggjandi vitan um, hvussu Leikarin kann nýtast í mun til næmingar við autismu-trupulleikum. Leikarin styrkir kenslufatanina og gevur næminginum amboð at handfara gerandisstøður. Leikarin leggur stóran dent á, at næmingurin lærir at vera í sosialum støðum og kann nýtast til øll børn, sum hava sosialar avbjóðingar millum annað eisini børn, sum hava ADHD. 

Sálarligur treystleiki (sálarligt mótstøðuføri)

October 24, 2017

Viðareiðis skúli

Sálarlig robustheit er ein sálarligur førleiki, ið hjálpir einstaklinginum at handfara strongd, avbjóðingar og mótburð. 

Lesimenning: Lesið fyri børnum

5. septembur. 2017

Eiðis skúli

 

Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
 

Lesimenning: Lesið fyri børnum

6. septembur. 2017

Vestmanna skúli

 

Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
 

Lesimenning: Lesið fyri børnum

12. septembur. 2017

Sankta Frans skúli

 

Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
 

Lesimenning: Lesið fyri børnum

13. septembur. 2017

Skúlin á Fløtum

 

Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
 

Lesimenning: Lesið fyri børnum

20. septembur. 2017

Skúlin á Giljanesi

 

Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
 

Workshop: Ráðstevna: Communication, Collaboration and Relationships

April 18, 2018

Strenghts- based leadership: Creating a thriving workplace culture

A strengths-based approach to leadership is more effective than the traditional method of focussing on performance weaknesses. If you want your organisation to grow and thrive you need to tap into the strenghts of your employees.

A strengths-based leader focuses on what’s strong, rather than what’s wrong. Research shows that strengths-based leadership empowers leaders, and the people who follow them, as it fosters healthy and positive workplace cultures.

These last years we have seen, that the work environment is constantly changing and employees face increasing levels of stress, change and uncertainty. It is hard for leaders simply to be task focused and monitor performance.

The workshop includes a presentation, group dialogues, plenary dialogue and exercises.

Please reload